Grøntobur: Eru vørur við góðari kemi dýrari?

Danska sendingin, Magasinet Penge á DR1, gjørdi í fjør eina kanning, har tey kannaðu sambandið millum pengar og vørur við góðari kemi. Orsøkin til kanningina var, at tað í 2014 bleiv gjørd ein kanning fyri Miljømærkning Danmark, sum staðfesti, at heili 28 % av dønum ikki keypa svanamerktar vørur, tí tey halda, at tær eru dýrari.

Tí valdi Magasinet Penge, at royna pástandin, við at lata eina familju bert keypa svanamerkta vøru, tá tey keyptu inn. Tey vóru sera bilsin, tá tey sóu, at svanamerktu vørurnar vóru 12% bíligari enn vørurnar við óneyðugari kemi.

Kanning sum brúkararáðið, Tænk, gjørdi av 10 vørusløgum, vísti somuleiðis at tær svanamerktu vørurnar vóru bíligari. Her vóru heili 8 út av 10 vørum við svanamerkinum bíligari enn tær við óneyðugari kemu. Hetta var galdandi fyri sjampo, vaskievni, universalsápu, andlitskrem, sólkrem, gummistivlar og klappvognar.

Grøn Balance gjørdi eina lítla roynd í einum handli í Føroyum av 9 ymiskum svanamerktum vørum frá Grøn Balance og samanbar tær við vørur við óneyðugari kemi, og hetta vísti, at tær svanamerktu vørurnar vóru heili 80 % bíligari. Vørurnar vóru: vaskievni til klæði, uppvaskitablettir, universalsápa, vesireins, vattrundellir, deodorant, bodylotion, shower gel og dagkrem. 9 út av 9 vørum við svanamerkinum vóru bíligari, og tað var alt frá einari krónu til trýss krónur á muni.

Svanamerktar vørur eru sostatt betri fyri bæði heilsuna, umhvørvið og mappuna!

 

svanamerkið

 

Grøn Balance finnur tú her